Veðurlagsdagur 2025

Bárður A. Niclasen

Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi? Eru vit fyrireikað? Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt? Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í veðurlagsbroytingum?

Mynd Til Vedurlagsdag 2025

Hesir vera høvuðsspurningarnir, tá serfrøðingar og onnur áhugað hittast á veðurlagsdegnum, sum Kongshøll verður karmur um týsdagin 18. mars.

Á ársins veðurlagsdegi varpa vit ljós á altjóða viðurkendar ávísar - indikatorar - sum kunnu vísa og samanbera, hvussu lond handfara avbjóðingar, ið veðurlagskreppan hevur við sær.

Við støði í hagtølum og kanningum fara føroysk fakfólk at leggja fram og hugleiða um, hvussu vit í Føroyum handfara veðurlagsbroytingar, meðan roynt verður at knýta hesa vitan til nevndu ávísarnar. 

Veðurlagsdagurin 2025 er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum. 

Tiltakið er alment og ókeypis, tó er neyðugt at tekna seg. 

Tekna teg til fyri einki her 

Samandráttur av veðurlagsdegnum 2024 er tøkur her

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi