Veðurtekn

Regn á flóð - VT 1: 2017

Tey gomlu høvdu ymisk veðurtekin, sum teir bitu merkir í:

Tá ið hann hótti við regni av landsynningi, so kom regnið ikki fyrr enn á flóðini.

Hetta minnist eg serliga væl sum óviti, tá ið okur hoyggjaðu. Sagt var frá regni á landsynningi, men sandurin var stórur, so okur høvdu góða tíð at raka hoyggið saman áðrenn flóðina. Men, tá loysti hann eisini ordiliga avfallið, men hoyggið var í hús.

VT 1 - 2017: lisið í GMF 11. september 2017

Brim upp undir høgætt - VT 2: 2017

Ein sumbingur greiddi mær frá, at einar tveir dagar upp undir høgætt bresti hart, tá ið tað breyt á boðunum út fyri bygdini. Hetta vóru hvøllir brestir, sum ikki hoyrdust aðrar tíðir.

Ískoyti 2. oktobur 2017 um sama veðurtekn:

Skúvingur ringdi til mín síðsta mánadag og segði, at í Skúvoy kendu tey eisini til fyribrigdið, sum sumbingur hevði greitt mær frá um hvøllar brestir frá boðunum upp undir høgætt.

VT 2 - 2017: lisið í GMF 25. september 2017

Norðlýsi áðrenn illveður - VT 3: 2017

Skúvingur ringdi til mín síðsta mánadag og segði, at í Skúvoy kendu tey eisini til fyribrigdið, sum sumbingur hevði greitt mær frá um hvøllar brestir frá boðunum upp undir høgætt.

Hesin skúvingur visti eisini sum yngri, at hann hevði hoyrt um frásagnir frá eldri monnum, at í góðveðri á høgætt, tá ið norðlýsi var, at um norðlýsið vísti seg á suðuri ella suðureystri á himmalhválvinum, so var hetta tekin um, at veðurskifti var í væntu um eitt ella tvey døgn. Sum oftast kom hann tá við illveðri á lágætt.

VT 3 - 2017: lisið í GMF 2. oktober 2017

Morgunroði - VT 4: 2017

Um sólin kemur reyð úr havi um morgunin, so kann mann eygleiða, hvussu tað gongur við roðanum út á dagin. Um roðin fer aftur í havið, er illveður, áðrenn dagurin er farin. Harafturímóti, um roðin fer upp á luftina og litar skýggini reyð, kann væntast við einum góðum degi.

Hetta havi eg eygleitt fleiri ferðir, og tað passar sum oftast.

VT 4 - 2017: lisið í GMF 9. oktober 2017

Veðurgarður 1 - VT 5: 2017

Eitt fyribrigdi, sum viðhvørt sæst á luftini, er ringur um sól ella mána. Hetta kallaðu tey gomlu fyri veðurgarður – á fakmáli verður tað kallað fyri halo. Hetta sæst ein ella tveir dagar framman undan illveðri.

VT 5 - 2017: Lisið í GMF 16. oktober 2017

Seyður, fuglur og kúvingur - VT 6: 2017

At veðrið ávirkar bæði fólk og fæ, hevur man leingi vitað. Seyður søkir niður úr fjøllunum og oman at leita sær skýli upp undir høgætt og kulda. Á sjónum síggja okur eisini, at sjófuglur – serliga náti – liggur og vaskar sær upp undir illveður. Fara okur niður í dýpið sæst, at kúvingur ella gággan byrjar at skríða út á djúpari vatn einar tríggjar til fýra dagar upp undir illveður.

Sum tann kendi vágbingurin, Jørgen Olsen, kannaði og skrivaði um í sínari tíð, at gággan dugur meiri enn at mata seg.

VT 6 - 2017: lisið 23. oktober 2017

Hvussu veðrið ávirkar fólk - VT 7: 2017

Fólk verða ávirkað av veðrinum, vísa hesa báðar lítlu søgurnar.

Tá ið børnini hjá okkum vóru smá, høvdu okur eitt óføra gott barometur í húsinum. Ein av døtrunum var ógvuliga tung at fáa upp um morgunin, og tá ið hon so endiliga kom upp, var lagið ikki nakað serligt at byrja við. Dagurin var bjargaður, og veðrið bleiv gott. Men so hendi viðhvørt, tá ið hon varð vakt, at hon sprakk upp glað og fór kanska eisini at syngja við einum smíli um alt andlitið. Tá visti okur, at áðrenn dagurin var liðugur, so bleiv illveður. 

Sum ungur sigldi eg við línubáti í fleiri ár, har var ein maður við, sum altíð hevði gron, tá ið hann bleiv útpurraður. Tú tordi ikki at hyggja at honum og als ikki at siga nakað við hann, so fekst tú eitt hvast aftursvar. Men so hendi tað viðhvørt, at hann kom flennandi og spælandi aftur eftir dekkinum, eftir at vera blivin útpurraður. Tá visti okur, hvat klokkan hevði sligið. Áðrenn dagurin var hálvur, var av ringasta illveðri, og okur máttu leggja bakk.

Hetta kallaðu okur fyri at spæla upp undir illveður.

VT 7 - 2017: lisið í GMF 30. oktober 2017

Fuglur og æl ella samregn? - VT 8: 2017

Tá ið okur hoyggjaðu fyrr suðuri í Vági, so hevði mann nógv ymisk veðurtekn uppá, um tað mundi fara at regna, ella tað bert bleiv eitt æl. Um nógvar ritur settu seg á hamaran sunnan fyri vatnið, so vistu okur, at tað bleiv ælaveður um stutta tíð, og best var at raka hoyggið saman sum skjótast.

Ein annað tekn uppá, at nú kom eitt æl heilt skjótt, var, at stararnir samlaðu seg í stórum flokkum og settur seg á el-leidningarnar.

VT 8 - 2017: lisið í GMF 13. november 2017

Stormblettar á rútinum - VT 9: 2017

Fyri meira enn 40 árum síðan skrivaði Fróðskaparsetrið út eina almenna ritgerðarkapping um gomul veðurmerki okra. Inn komu 10 ritgerðir, sum eg fari at tríva í komandi mánadagar.

Fyrsta heiðursmerki vann Jógvan Sofus Ferjá, sáli, frá Gjógv, sum eg vendi aftur til og Napoleon Nolsøe úr Vági, sáli, vanliga nevndur Pole við Krosslið, vann annað heiðurmerki.

Hann skrivaði um stormblettar, sum komu á rútar í vindeygum við einkultum glasi upp undir illveður. Hetta kann bert koma á rútar við einkultum glasi og sæst sum dampblettar á rútinum. Sæst ikki í dag á termorútum.

VT 9 - 2017: lisið í GMF 20. november 2017 

Mánin áðrenn kulda - VT 10: 2017

Tá ið mánin er avtakandi og er farin fram við fyrra kvarter, sæst hann viðhvørt hella nógv til vinstru á luftini. Tá ber hann boð um kulda og var kallaður kuldamáni.

VT 10 - 2017: lisið í GMF 27. november 2017

Hønur og regn - VT 11: 2017

Ein maður fortaldi fyri mær, at fyrr kundi mamma hansara altíð siga, tá ið regn kom, um tað bert bleiv eitt æl ella um tað bleiv samregn. Hon hevði hønur. Um hønurnar fóru inn, bleiv tað bert eitt æl, og so vóru tær skjótar útaftur. Men um tað bleiv samregn, so fóru tær slett ikki inn, men blivu verandi úti.

VT 11 - 2017: lisið í GMF 4. desember 2017

Seyður og kalt veður - VT 12: 2017

Sagt verður um seyð, at tá ið gamlar ær fara at stútast, so kemur hann høgt við kulda.

VT 12 - 2017: lisið í GMF 11. desember 2017

Neyt og stórkavi - VT 13: 2017

Tá ið neyt vórðu dripin fyrr, vóru ofta nógvir gamlir menn til staðar fyri at síggja miltið, tá ið opað varð. Vóru fleiri stórir, hvítir blettar á tí, so komu fleiri stórkavar tann veturin.  

VT 13 - 2017: lisið í GMF 18. desember 2017

Maðkur og regn - VT 14: 2017

Tá ið maðkur skreið oman á jørðini, søgdu tey gomlu, at kom kuldi og kavi. Hetta boðaði eisini viðhvørt frá nógvum regni.

Viðmerking 18. januar 2023

Rói Absalonsen, bóndi á Viðareiði, segði í telefonsamrøðu at hann hevði hoyrt, at starar hoppa á bønum, fyri at lokka maðkar upp. Maðkarnir hildu, at ljóðið frá hesum var regn. Tí komu teir upp, og stararnir tóku teir upp í nevið.

VT 14 - 2017: lisið í GMF 29. desember 2017

Útróðrarmenn og yvirtrúgv - VT 1: 2018

Fyri 100 árum síðani ella longur, tá ið menn fóru til útróðrar snimma á morgni og vóru á veg oman til neystið, vendu teir aftur, um teir møttu konufólki á vegnum, tí tað merkti illveður ella óeydnu. Eydnaðist tað teimum at flota bát og rógva avstað, vendu teir eisini aftur, um teir møttu náta á leiðini út, tí náti var ógvuliga sjáldsamur fuglur tá og varð kallaður illveðursfuglur.

Nú kundi onkur í javnstøðunevndini ilskast inná, at eg sammeti konufólk við náta, illveður og óeydnu, men av tí at hetta er siðsøga í sambandi við pátrúgv, havi eg valt at taka hetta við. 

Eg bøti um hetta aftur mánadagin í næstu viku.

VT 1 - 2018: lisið í GMF 2. januar 2018

Tropiskar ódnir og nøvn - VT 2: 2018

Í síðstu viku fór eg ikki so væl við konufólkunum, og sum eitt plástur upp á sárið havi eg her eina nýggja søgu.

Fyri umleið 20 árum síðani fingu allar tropiskar ódnir konufólkanøvn. Tær blivu settar í bókstavarøð soleiðis, at tann fyrsta í sesongini byrjaði við einum a – og nú er tað soleiðis, at tá ið eg tosi um nøvn á ódnum, so er tað amerikansk nøvn, tí tá tosi eg mest um ódnir í Karibia. Til dømi er tann fyrsta Alice, tann næsta Beatrice og tann triðja Clara o.s.fr.

Hetta broytti man fyri einum 15 árum síðani, so at nú eita tær aðruhvørja ferð mannfólkanøvn og aðruhvørja ferð konufólkanøvn. So nú kann tann fyrsta eita Alex, tann næsta Betty, tann triðja Carpin o.s.fr.

Eitt framstig fyri javnstøðuna.

VT 2 - 2018: lisið í GMF 8. januar 2018  

Kommunumenn og salting - VT 3: 2018

Eg møtti manni, sum eg kendi, nú ein dagin, og hann segði, at hann visti eitt 100 procent sikkurt veðurtekn. Eg svaraði honum, at tað ivaðist eg eitt sindur í, tí eingin veðurtekn vóru 100 prosent sikkur.

Jú, segði hann.

Tá hann tíðliga um morgunin sá kommunumenninar gera klárt at salta vegbreyt og gongubreyt, so visti hann, at tað bleiv kavi og kuldi.

VT 3 - 2018: lisið í GMF 22. januar 2018  

Tjøldrini og várið - VT 4: 2018

Nú er tað soleiðis, at Grækarismessan, hon nærkast, hon er um 1½ mánað, og tjøldrini fara at koma.

Um tjøldrini koma tíðliga, verður várið ikki gott, søgdu tey gomlu.

VT 4 - 2018: lisið í GMF 29. januar 2018  

Kolkomfýrur uppundir kalt veður - VT 5: 2018

Í gomlum døgum, tá ið kolkomfýrar við ringum vórðu nýttir, varð viðhvørt lagt til merkis, at ketil ella pottur hvítnaði undir botninum, meðan eldurin logaði uppundir. 

Hetta var tekin um, at tað bleiv kalt í veðrinum.

VT 5 - 2018: lisið í GMF 5. februar 2018 

Ketta vaskar sær 1 - VT 6: 2018

Tey gomlu tey løgdu merki til, at um ketta fer at vaska sær, og hon fer upp um oyrað við labbanum, kann væntast gott veður.

Er kettan inni, og hon klórar upp eftir einum veggi, frá teirri ættini, sum veggurin vendir ímóti, fer vindur at koma.

VT 6 – 2018: lisið í GMF 12. februar 2018 

Kavi av lágætt - VT 7: 2018

Lurtarar hava undrast á, at okur í fleiri vikur í seinastuni hava havt kava og kulda á lágætt. Hetta kemst av, at lágtrýst skamt vestan fyri okkum gevur lágætt, tey føra kalda luft norðanífrá rundan um seg. Hendan luft ferðast stutt yvir hav og náar ikki at blíva uppvend av sjónum, áðrenn so køld luft av lágætt kemur inn yvir okkum.

Tey gomlu søgdu, at kavi og kuldi av suðuri boðaðu frá kuldaveðri í langa tíð.

VT 7 - 2018: lisið í GMF 19. februar 2018 

Vát tvøga á happardegnum - VT 8: 2018

Ein lurtari úr Funningi ringdi til mín nú ein morgunin og fortaldi um ein gamlan sið har í bygdini, sum vísti, hvussu várið fór at verða.

Ein vát tvøga bleiv um kvøldið tann 21. februar, sum kallast happardagur, løgd út á trappuna. Um tvøgan var fryst um morgunin, bleiv várið ringt. Hinvegin, um tvøgan var bleyt og ikki fryst um morgunin, bleiv várið gott.

Umnevndi maður gjørdi hetta í síðstu viku á happardegnum, og morgunin eftir var tvøgan ikki fryst. So eftir hesum hava okur gott í væntu við várinum.

VT 8 - 2018: lisið í GMF 26. februar 2018 

Seyður við tunnilsmunna - VT 9: 2018

Ein løgreglumaður í Havn koyrir, eins og aðrir løgreglumenn, nógv runt í landinum.

Hann segði mær, at hann hevur lagt til merkis, at um kvøldið upp undir frostveður savnast seyður oftani í tunnilsmunnunum.

Tað kann vera vandamikið fyri koyrandi, serliga í tunlum við ongum ljósi.

VT 9 - 2018: lisið í GMF 5. mars 2018 

Tjøldur klippandi - VT 10: 2018

Av tí at tað er grækarismessudagur í dag, og tjøldrini koma, fari eg at nevna eitt veðurtekn í hesum sambandi.

Um tjøldrini fara klippandi ímóti fjallinum á kvøldið, verður gott veður. Fara tey klippandi móti sjónum, verður ringt veður. 

Síðsta fríggjadag kallaðist dagurin 40 riddarar. Sum veðrið hendan dagin var, vera teir næstu 40 dagarnir.

So vítt eg minnist tann dagin, so var tað ein blanding av ymiskum – tað var regn, og sólin var frammi, og tað var ikki so øgiliga nógvur vindur.

VT 10 - 2018; lisið í GMF 12. mars 2018 

Gandadagar - VT 11: 2018

Gandadagar byrja 15. mars og enda 21. mars. 

Tey gomlu høvdu einki álit á hesum døgum til veður, og serliga var tað Pátriksmessa, tann 17. mars, ið tey gomlu als ikki høvdu álit á fyri veður. Hesin gandur var førdur til Føroya við írskum munkum, og tað sær út til, at hann er rættiliga virkin í ár. Hetta er tikið úr bókini hjá Axel Tórgarð, Dagar og nøvn í álmanakkanum.

So skal eg enda við at siga, at í morgin er javndøgur, har ið dagur og nátt eru eins í longd. Tað hendur klokkan 1615, tá ið sólin passerar Ekvator fyri norðurgangandi. Hóast hetta, sum okur hoyrdu í veðurtíðindunum í útvarpinum sunnukvøldið, so var dagur longri enn náttin longu sunnudagin.

Hetta kemst av, at ljósið brýtist í luftini, tá ið sólin kemur upp, og tá ið hon fer niður.

VT 11 – 2018: lisið í GMF 19. mars 2018 

Ælabogin stendur í norði - VT 12: 2018

Ein eldri klaksvíkingur fór til útróðrar sjálvur annar við línu fyri nokkso nógvum árum síðani.

Júst lidnir at seta sigur hann við hin, at okur noyðast at draga linuna innaftur sum skjótast.

  • Hví tað?, spyr hin, okur hava jú akkurát sett.
  • Jú, segði formaðurin. Sært tú ikki ælabogan standa í norðan? – tað merkir illveður!

Teir vóru beint komnir at landi aftur, tá var kolandi stormur av norði.

VT 12 - 2018; lisið í GMF 26. mars 2018 

Summarmáladagur og veðrið í vár - VT 13: 2018

Eg havi eg veðurtekin her, sum er í sambandi við, at leygardagin er summarmáladagur.

Tey gomlu søgdu fyrr, at er fyrsti hálvi apríl góður, so verður hin hálvi ringur. Soleiðis sum summmáladagur er, soleiðis fer várið at vera.

VT 13 - 2018: lisið í GMF 9. apríl 2018 

Kópar á útróðri - VT 14: 2018

Vágbingur ringdi til mín nú ein dagin og fortaldi, at hann og pápin fyri nokkso nógvum árum siðani høvdu sett kalvalínu onkunstaðni har suðuri. Veðrið var av tí fagrasta.

Tá ið teir skuldu fara at draga aftur, liggur ein svartur kobbi framman fyri bátin og ein annar aftanfyri.

– Her verður ikki væl vorðið í dag, letur úr pápanum.

Teir so at draga, men teir fingu ikki so mikið sum ein stubba av línuni aftur.

Fleiri ár seinni hoyrdi sami maður, at henda saman hending var farin fram norðanfyri, har ein klaksvíkingur hevði sett kalvalínu, og hevði eygleitt tveir svartar kobbar á sama hátt. Hann misti eisini alla línuna í besta veðri.

Jú, tað er meiri millum himmal og jørð, enn okur vita um.

VT 14 - 2018: lisið í GMF 16. apríl 2018

Hvussu mánin sæst av Syðradali á Kalsoynni - VT 15: 2018

Hesa vikuna havi eg eitt veðurtekn, sum er av Syðradali á Kalsoynni.

Har siga tey, at...

Um mánin kemur upp norðalaga, tað er árakað Áarskarð oman fyri Árnafjørð, so koma ein ella tveir góðir dagar til veður. Hinvegin, um hann hongur suðuri á Borðoyarnesi, verður illveður.

VT 15 - 2018: lisið í GMF 23. apríl 2018

Krossmessa - VT 16: 2018

Tórsdagin tann 3. mai er Krossmessudagur. Nú er liðið so langt út á várið, at tað ikki verður myrkt um náttina. Men, veturin kann meiri enn so gera um seg enn, og okur hava jú orðið krossmessusnertur um illveður, helst við kava, sum kann brenna á um hetta mundið og mangan er komin illa við í lembingini.

Á krossmessu skal tjaldrið hava fult reiður, og kalvi skal vera í hvørjari íðu.

VT 16 – 2018: lisið í GMF 1. mai 2018

Teistar við skiftandi liti - VT 17: 2018

Teistar gerast gráir ímóti vetri, men ikki allir. Um flestu skifta lit, so kann kavavetur væntast. Umleið 100 teistar halda til millum brimgarðarnar kring ferjuleguna á Syðradali á Kalsoynni. Eg havi fingið at vita frá manni har, at av hesum flokki eru í ár umleið 90 gráir, meðan 10 hava summarlit. Veturin, ið er farin afturum, hevur verið heldur kaldur við liggjandi kavafølvi men bert einum rættiliga stórum kava.

VT 17 - 2018: lisið í GMF 7. mai 2018

Terna og ógvella - VT 18: 2018

Í morgin er 15. mai, og tann dagurin verður kallaður fyri halvarðsøka. Ternan kemur hendan dag, og fyrsta góðveðurdagin aftaná hoyrist hon láta. Sagt verður eisini, at á halvarðsøku møtast terna og ógvella. Ternan kemur sunnaneftir, og ógvellan norðaneftir.

Á bartalsmessu 24. august møtast tær aftur. Ternan fer suðureftir, og ógvellan kemur aftur.

VT 18 - 2018: lisið í GMF 14. mai 2018

Veðurpinnur - VT 19: 2018

Í Norra hava tey nakað, sum kallast veðurpinnur. Hann er gjørdur úr lítlum reyðgranntræi, har einar cirka 6 cm miðskeiðis á bulinum er sagaður av við einari grein á. Børkin er tikin av bulinum og eisini greinini, so hon er bert ein pinnur, ið peikar út frá bulinum.

Eg havi fingið ein slíkan frá versoni í Norra og hongt hann upp á altanuna hjá mær á Ovarugøtu. Tá veðrið er ringt, peikar hann niðureftir, og tá ið tað er gott, peikar hann uppeftir. Er ivaveður, peikar hann beint út – er soleiðis eitt slag av barometri.

VT 19 - 2018: lisið í GMF 4. juni 2018

Mánin í avtakandi sól - VT 20: 2018

Tá ið mánin hevur spísk horn í avtakandi sól, verður kalt. Eru hornini avrundað, verður lýtt veður. 

VT 20 - 2018: lisið í GMF 11. juni 2018

Nógv dampur úr ketlinum - VT 21: 2018

Leggið til merkis, at tá nógvur vatndampur kemur frá matarpottinum ella ketlinum, kemur kuldi. 

VT 21 - 2018: lisið í GMF 27. august 2018

Stórhvalur inn á firðir - VT 22: 2018

Tá ið stórhvalur kemur inn á firðirnar, boðar hann frá illveðri.

VT 22 - 2018: lisið í GMF 3. september 2018

Ravnur letur - VT 23: 2018

Tá ravnur letur í dimmingini, boðar hann frá góðum veðri.

VT 23 - 2018: lisið í GMF 10. september 2018

Lognbrá - VT 24: 2018

Lognbrá er tað sama sum luftspegling, við einum fremmandaorði kallað fyri fatamorgana. Tá er tað soleiðis, at luftin er ógvuliga klár, og landið sæst nógv nærri enn tað í veruleikanum er.

Uppundir hetta fyribrigdið, lognbrá, tá er tað tekin um, at tað verður skift í veðrinum, at hann verður lágur í ættini, oftani landsynningur, við vindi og regni. 

VT 24 - 2018: lisið í GMF 17. september 2018

Streymur á sumri og vetri - VT 25: 2018

Í gjar var heystjavndøgur, tað vil siga, at dagur og nátt eru líka long, og longdin á náttini fer so við og við at vinna á degnum. 

Vetrarhálvárið byrjar.

Streymurin er nógv harðari um summarið enn um veturin.  Streymurin roynist betri í tjúkkari luft enn í klárum veðri – bæði á sumri og vetri.

VT 25 - 2018: lisið í GMF 24. september 2018

Veðurgarður 2 - VT 26: 2018

Tá ið veðurgarður er um sólina, so týður uppá komandi illveður. Um hann er nær, kemur illveðri skjótt, og um hann er grovur og breiður, kemur veðrið at roynast heilt illa.

Veðurgarður um mánan boðar frá vátveðri.

VT 26 - 2018: lisið í GMF 1. oktober 2018

Mist bein og høgætt - VT 27: 2018

Fisher Heinesen kendi mann, sum hevði mist høgra bein um lærið. Pína í beinum, sum burtur var, segði frá komandi høgætt millum vestan og landnyrðing.

Giktin í økslunum segði eisini frá høgætt umleið eitt samdøgur framman undan ættarskiftinum.

VT 27 - 2018: lisið í GMF 8. oktober 2018

Kóka fisk - VT 28: 2018

Tá ið fiskur varð kókaður, og sporlið kom upp fyrst, tá ið potturin kókaði, so bleiv gott veður.

VT 28 - 2018: lisið í GMF 15. oktober 2018

Gikt og at stama - VT 29: 2018

Upp undir høgætt merkist hjá fólki á tann hátt, at gikt verður verri, og tey, sum stama, stama meira.

VT 29 - 2018: lisið í GMF 22. oktober 2018

Mánin avtakandi - VT 30: 2018

Tá ið mánin hevur spísk horn í avtakandi sól, verður kalt. Er hornini avrundað, verður lýtt veður.

VT 30 - 2018: lisið í GMF 29. oktober 2018

Rita – tá ið hon látar - VT 31: 2018

Tá ið rita flýgur fram eftir sjónum tætt uppi yvir aldukambinum og niður í aldudalarnar, látandi eitt gorr av og á, kemur illveður skjótt. Fer ritan harafturímóti at láta høgt í luftini, verður góðveður.

VT 31 - 2018: lisið í GMF 5. november 2018

Roykur úr skortsteini - VT 32: 2018

Tá ið roykur kemur úr skortsteininum, og hann fer beint uppeftir, verður gott veður. Um hann harafturímóti spjaðir seg, verður ringt veður.

VT 32 - 2018: lisið í GMF 12. november 2018

Stór flóð og fjøra - VT 33: 2018

Støðug flóð og fjøra var brúkt sum barometur hjá teimum gomlu. Var stór flóð, stóð barometrið lágt, og hetta var merki fyri vátveðri. Men, var stór fjøra, stóð barometri høgt, og hetta var merki fyri góðveðri.

VT 33 - 2018: lisið í GMF 19. november 2018

Flóð og fjøra í harðasta streymi - VT 34: 2018

Her eru nakrar eygleiðingar, sum Pole Nolsøe við Krosslið í Vági hevur gjørt:

Í harðasta streymi, tá ið fjøra er klokkan 12 og flóð klokkan 6 (18, red) vera ofta bestu terralíkindi. Luftin við ælingi dregur frá landi á fjøruni, men so má ansast eftir um ikki okkurt æl kemur, tá ið tað er hálvfløddur sjógvur.

Um turt er flóðina yvir, er stórur møguleiki fyri, at tað fer at klárna upp á hvønn tind.

VT 34 - 2018: lisið í GMF 26. november 2018

Flóð á middegi í besta streymi - VT 35: 2018

Í besta streymi er flóð á middegi, og her sigur Pole (við Krosslið í Vági, red), at dagurin ofta tá er morgunsúrur. Er tað turt, tá flóðin er av, eru møguleikar fyri, at dagurin heldur sær, meðan tað fjarar.

Eitt annað er eisini, at um terri hevur verið, og luftin er turr, so kann mann, um eitt æl dregur upp á luftina, rokna við at tað ikki blívur til nakað regn. Tann turra luftin upploysir tað.

VT 35 - 2018: lisið í GMF 3. desember 2018

Skýhorn við fleiri litum – áðrenn illveður - VT 36: 2018

So havi eg eitt veðurtekin – tað er frá Torgir Strøm í Porkeri.

Á veg heim av útróðri fyri mongum árum síðani legði hann til merkis, at hornið á einum skýggi hevði fleiri litir. Stutt eftir at teir vóru komnir til lands, bleiv illveður. Fleiri ár seinni segði Fisher Heinesen honum frá, at hann eisini kendi til hetta veðurmerkið.

VT 36 - 2018: lisið í GMF 10. november 2018

Hart veður á luftini - VT 37: 2018

Tey gomlu tosaðu um hart veður á luftini, tá ið hon er føst og blá við ljósum rípum. Svartur bakki í havinum boðar frá vindi, og tað sama ger eisini mjørkahatturin, tá ið hann setur seg á ymsar fjallatoppar – t.d. Høgaoyggj, Borgaran ella Lítlu Dímun.

Leysir og kloddutir skýbøklar á luftini merkja óálítandi veður, bæði vind og regn.

VT 37 - 2018: lisið í GMF 17. desember 2018

Hann regnar seg vesturum - VT 1: 2019

Tey gomlu høvdu eitt úttrykk, sum javnan var á lofti: hann regnar seg vesturum.

Hetta var í sambandi við tá ið ein hitabrúgv í samband við lágtrýst fór framvið. Fyrst var nógv áhaldandi regn og vindur av landsynningi. Í tí løtu hitabrúgvin fór framvið, stakk vindur í útsynning, og tað nógva regnið helt uppat. Tí søgdu tey, at hann regnaði seg vesturum.

VT 1 - 2019: lisið í GMF 7. januar 2019

Barometurstandur á útsynningi - VT 2: 2019

Eg havi hetta veðurteknið úr bókini hjá Osmundi Justinussen, Í kjalarvørrinum.

Lítið ikki á barometurstandin, tá ið hann er útsynningur. Tað kann gerast rættiligur stormur, sjálvt um barometrið stendur høgt.

VT 2 - 2019: lisið í GMF 14. januar 2019

Regn áðrenn vindin - VT 3: 2019

Eg havi hetta veðurteknið úr bókini hjá Osmundi Justinussen, Í kjalarvørrinum.

Tað verður ikki nógvur landsynningsvindur, um tað fer at regna, áðrenn vindurin kemur. 

VT 3 - 2019: lisið í GMF 21. januar 2019

Veðrið á Pálsmessu - VT 4: 2019

Seinasta fríggjadag, 25. januar, var Pálsmessa.

Tey gomlu søgdu, at um sólin hendan dag skein so leingi, at tú hevði tíð at saðla ein hest, so bleiv summarið gott.

Um tykur minnast, so skein sólin rættiliga leingi hendan dagin.

VT 4 - 2019: lisið í GMF 28. januar 2019

Besta veðrið til útferð - VT 5: 2019

Ein almennur fulltrúi ringdi til mín ein dagin og segði, at hann á teirra stovni plagdi at velja dagin, tá ið starvsfólkini fóru útferð. Hetta gjørdi hann viðhvørt í ógvuliga góðari tíð, so ótrúligt tað ljóðar, til dømis um heysti sum útferðin skuldi vera um summarið árið eftir.

Hann segði, at hann valdi annan dagin eftir, at tað var streymloysa, sum hann kundi síggja, tá ið streymkurvan botnaði. Seinastu 20 árini hevði hetta eydnast 18 út av 20 ferðum.

So nú vita tygur, nær tygur skulu fara útferð.

VT 5 - 2019: lisið í GMF 4. februar 2019

Høgættin verður stutt - VT 6: 2019

Veðurtekn úr bókini hjá Osmundi Justinussen, Í kjalarvørrinum.

Høgættin verður stutt, tá ið hon kemur við nógvum regni.

VT 6 - 2019: lisið í GMF 11. februar 2019

Høgættin verður drúgv

Veðurtekn úr bókini hjá Osmundi Justinussen, Í kjalarvørrinum.

Høgættin verður drúgv, tá ið hon kemur við høgum barometurstandi.

VT 7 - 2019: lisið í GMF 18. februar 2019

Landnyrðingur kemur - VT 8: 2019

Ein nólsoyingur fortaldi mær ein dagin, at uppundir landnyrðing sóu tey, at hann setti við ælum á fjøllunum í Norðoyggjum. Hetta fyribrigdið kallaðu tey, hann bøtur buksur av landnyrðingi.

VT 8 - 2019: lisið í GMF 25. februar 2019

Mýggjabitar í túninum - VT 9: 2019

Ein eldri porkeningur segði mær frá, at tá ið nógvir mýggjabitar samlaðust í túninum, kom hann av landnyrðingi. Hetta hevði hann lagt til merkis ferð eftir ferð.

VT 9 - 2019: lisið í GMF 4. mars 2019

Morgunsúrar vesturættir - VT 10: 2019

Menn vóru klárir snimma á morgni at fara at skjóta haru, men teir ivaðust at fara, tí tað regnaði illa av útsynningi.

Tá letur í pápa ein teirra: at fari tygur bara avstað, tað man fara at eydnast við veðrinum. Og so var. Teir fingu ein góðan dag við turrum veðri.

Okur siga her suðuri, at vesturættirnar eru morgunsúrar.

VT 10 - 2019: lisið í GMF 11. mars 2019

Liggjandi høgætt - VT 11: 2019

Í ovurmorgin so er vársjavndøgur, tá eru dagur og nátt eins í longd.

Ein maður úr Funningi ringdi til mín og segði hetta veðurteknið frá pápa sínum.

Um høgættin fór út um samdøgrið, so bleiv hon liggjandi í minsta lagi eina viku.

VT 11 - 2019: lisið í GMF 18. mars 2019

Seyður á bønum - VT 12: 2019

Hesa vikuna havi eg eitt veðurtekn úr bókini hjá Osmundi Justinussen, Í kjalarvørrinum.

Um seyður, sum liggur á bønum, hevur lagt frambeinini langt fram um snútan, so verður góðveður tann dagin.

VT 12 - 2019: lisið í GMF 25. mars 2019

Dreymar - VT 13: 2019

Úr gomlum veðurmerkjum hjá Jógvani Sofus Ferja við Gjógv.

Hann sigur:

Droyma smábørn, merkir at síggja sólina. Droymir tú hoyggj, merkir tað kava. 

VT 13-2019; lisið í GMF 1/4-2019

Grøn luft í landnyrðing norðan - VT 14: 2019

Hetta veðrið, sum sagt verður frá hesa vikuna, tað sær út sum at okur fáa eina drúgva turra og rættiliga kalda eysturætt. Ein slíka støðu á eysturætt um vári kallaðu tey gomlu hæsing – ella, sum okur siga har suðri, hesing.

Úr bókini hjá Osmundi Justinussen, Í kjalarvørrinum, har sigur hann, at:

Luftin er so grønlig í landnyrðing norðan, tað merkir, at nú kemur kuldi.

VT 14 - 2019: lisið í GMF 8. apríl 2019

Tømingur - VT 15: 2019

Tey gomlu kallaðu nakað fyri tøming. Tað var oysregn av eystri ella landsynningi í tveir til tríggjar dagar. Eftir tað kundi roknast við góðveðri fleiri dagar fram.

VT 15 - 2019: lisið í GMF 15. apríl 2019

Íslit á eystfallinum - VT 16: 2019

Eitt veðurtekn úr Fuglafirði.

Tá ið nógv samregn var av landsynningi ella suðuri, søgdu tey gomlu í Fuglafirði, at tá ið tveir tímar vóru farnir av eystfallinum, stakk hann vesturum, og tað sleit í.

VT 16 - 2019: lisið í GMF 29. apríl 2019

Ternusnertur - VT 17: 2019

Onsdagin 15. mai er halvarðsøka, og tá kemur ternan. Ternusnerturin er tað illveðrið, sum viðhvørt kemur um hetta mundið við kulda og kava.

Tað er okkurt, sum tíður uppá, at okur sleppa undan hesum í ár.

VT 17 - 2019: lisið í GMF 6. mai 2019

Ketta vaskar sær 2 - VT 18: 2019

Eitt veðurtekn úr bókini hjá Osmundi Justinussen, Í kjalarvørrinum.

Um ketta vaskan sær langt upp um oyrað um kvøldið, verður gott veður dagin eftir.

VT 18 - 2019: lisið í GMF 13. mai 2019

Hestur undirkavaður á jóansøku - VT 19: 2019

Ein søga er um, at á einari jóansøku var so nógvur kavi, at ein 2-áragamal hestur kavaði undir í Kollfjarðardali.

Her má vera sipað til stórkava, sum legðist 22. juni í 1836.

VT 19 - 2019: lisið í GMF 20. mai 2019

Mjørki í vetrarmánað - VT 20: 2019

Um mjørki kemur í vetrarmánaðunum, kann roknast við kava stutt eftir.

VT 20-2019; lisið í GMF 27/5-2019

Eystan sum mjørkaætt - VT 21: 2019

Eitt veðurtekn frá Jógvani Sofus Ferjá við Gjógv. Hann sigur um eysturætt:

Um summarið kann vera klárt í erva, steinstappað við mjørka í neðra. Eystan má vera ringasta mjørkaætt í Føroyum. Fyrr, tá ið roykurin fór beint upp í loft, kundi væntast, at hann kom av eystri.

VT 21 - 2019: lisið í GMF 3. juni 2019

Um landsynning - VT 22: 2019

Eitt veðurtekn frá Jógvani Sofus Ferjá við Gjógv. Hann sigur m.a. um landsynning:

Hann hevur ligið av landnyrðingi, nú er hann moltnaður. Sá í skýmingini, at skúmið fór frá landinum, og nú eg var uttanfyri í kvøld, hoyrdi eg hvussu hart tað brast í briminum.

Eg fór mær so heim um hjall, og har hoyrdist pípið frá telefonsteyrunum minst 30 favnar. Hetta við telefonsteyrunum havi eg sjálvur fingið greiði á. Haldi tað grettir ikki.

Hann er eisini klárur suðurundan. Okur siga landsynningstømingur, tá ið hann liggur í fleiri dagar, og tað ger hann ofta. Ikki skýggj fyri sól, besta terraætt við Gjógv.

VT 22 - 2019: lisið í GMF 11. juni 2019

Veðrið á syftusøku - VT 23: 2019

2. juli er syftusøka. Á hesum degi er tann pátrúgv, at sum veðrið er hendan dag, gott ella ringt, fer tað at vera í 40 dagar.

VT 23 - 2019: lisið í GMF 17. juni 2019 & 28. juni 2019

Veðursteinur - VT 24: 2019

Sandoyingar hava altíð borið orð fyri at verið eitt skemtiligt fólkaslag, og tað kemur eisini til sjóndar í fyrsta veðurtekni í heyst.

Eg vitjaði í Dali beint áðrenn ólavsøku, og har sá eg veðurstein, sum var lagaður inn í ein garð.

Á hesum steini las eg:

  • Heitur steinur: sól
  • Vátur steinur: regn
  • Kaldur steinur: frost
  • Hvítur steinur: kavi
  • Óróligur steinur: vindur
  • Steinurin vekk: ódn
  • Tveir steinar: tú ert fullur!

VT 24 - 2019: lisið í GMF 16. september 2019

Skýstrípur á luftini - VT 25: 2019

Ein eldri hvalbingur ringdi til mín ein dagin og greiddi frá veðurtekni, sum pápi hansara brúkti. Hann róði út og var formaður á báti á Fiskieiðinum.

Í góðveðri sóust ofta høgar skýstrípur á luftini. So leingi tær gingu úr útsynningi í landnyrðing, var liggjandi góðveður. Men broyttist rættingurin av teimum úr landsynningi í útnyrðing, bleiv illveður.

Hendan broyting hendi eina ferð á útróðri í fínasta veðri. Allir á bátinum vóru bidnir at draga inn, og teir náddu akkurát landi, áðrenn illveðrið brast á.

VT 25 - 2019: lisið í GMF 23. september 2019

Munur á flóð og fjøru - VT 26: 2019

Í Havnini og sunnara parti av Sundalagnum og Skálafjørðinum er næstan eingin munur á flóð og fjøru, sum stavar frá sjóvarfallinum. Her er tað meira barometurstandurin, sum stýrir. Tað kann vera fjøra í fleiri dagar. Hetta merkir hátrýst og góðveður. Hinvegin, merkir flóð lágtrýst og sum oftast illveður. 

So vilt tú vita nakað um veðrið, og tú býrt á hesum leiðum, so er bert at spáka oman ímóti sjóvarmálanum og kanna, um tað er flóð ella fjøra.

VT 26 - 2019: lisið í GMF 30. september 2019

Náti vaskar sær - VT 27: 2019

Flestu sjómenn vita, at tá teir síggja, at náti ella havhestur, sum man kallar tað norðanfyri, begynnir at vaska sær á sjónum, so er tað eitt rættiliga sikkurt tekn uppá at dagin eftir, tá verður illveður.

VT 27 - 2019: lisið í GMF 7. oktober 2019

Æður fara at flúgva - VT 28: 2019

Sum oftast, so sita æður friðaligar á sjónum. Men fara tær at flúgva fram við landi, verður sum oftast illveður dagin eftir.

VT 28 - 2019: lisið í GMF 21. oktober 2019

Grøn luft á landnyrðingi - VT 29: 2019

Veðurteknið hesaferð er tikið bókini hjá Osmundi Justinussen, Í kjalarvørrinum.

Tá ið luftin er grønlig á luftini um morgunin, og hann er landnyrðingur, verður hann ofta liggjandi á hesari ætt.

VT 29 - 2019: lisið í GMF 28. oktober 2019

Áðrenn suðurætt 1 - VT 30: 2019

Veðurteknið hesaferð er frá Jógvan Sofus Ferjá frá Gjógv. Hann var ógvuliga gløggur at forútsiga ættina, hvat ið ættin bleiv ein til tveir dagar frammanundan.

Hesa ferð fari eg at tosa um sunnan.

Tekin til, at hann kemur av suðuri, er, at veðrið er av tí besta og stilli, men eg síggi, at uppundirrisið – uppundirrisið er tað sama sum brim – er nakað nógv, og tað kemur longri og longri suður undir Kalsoynna, so har er ikki kyrt longur.

Hann dregur á luftina, skýggini er síð og regnlig á at líta. Er tað á sumri, er tað ofta stórur veðurgarður um sólina. Avgongudagur er í dag, og er regnið ikki komið, áðrenn sólin er komin í ættina, kann hann kanska halda sær tað ljósa av degnum.

VT 30 - 2019: lisið í GMF 4. november 2019

Áðrenn suðurætt 2 - VT 31: 2019

Seinasta mánadag var veðurtekn frá Jógvani Sofus Ferjá frá Gjógv, um nær ið hann kundi væntast at koma av suðuri. Her sigur hann um nøkur fleiri tekin um komandi sunnan.

Tá ið vit plagdu at egna um náttina, og dunnurnar fóru ag gvagga í ánni, so vistu okur, at tað kom lágættarvindur.

Eri eg úti á havi ein góðan dag, nú er tað mest við snellu, og eg síggi, at skýggini kunna gerast tvílitt, hvít í ovara kanti, onnur formaði sum hvalur ella soleiðis, var tá varin, tí tá greittir næstan ikki, at tað verður nógvur vindur, áðrenn dagurin er komin at enda.

Hann kann eisini koma knappliga av suðuri, og tað ger hann oftast, tá ið barometurstandurin er lágur.

VT 31 - 2019: lisið í GMF 11. november 2019

Um november - VT 32: 2019

Bretum og dønum dáma illa november mánað.

Teir siga um november:

No sun – no fun – no vember

Um okur føroyingar heldur ikki dáma november alt ov væl, so kundu okur á sama hátt sagt:

Eingin sól – einki stuttligt – ongar vembur

VT 32 - 2019: lisið í GMF 18. november 2019

Lítla Dímun fær koll - VT 33 - 2019

Eitt veðurtekn sunnanífrá:

Ein seinnapartin í junimánað 1956 fóru tríggir menn av Nesi við Vág ein útróðrartúr við lítlum motorbáti út á Dalagrynnuna, faðir, sonur og ein triði maður. Streymurin var góður, og veðrið av tí fagrasta.

Fyrr um dagin hevði verið eitt vestanlot, men um trýtíðina bleiv stilli.

Væl var at draga, men knappliga sigur formaðurin, at nú má dragast inn og farast at sigla. Siglt varð ímóti Baglholmi. Formaðurin segði, at Lítla Dímun hevði fingið koll, og tá mátti siglast til lands beinanvegin.

Tá komið var inn á Íðutanga, tók leyst suður frá Porkeri, og inn eftir Vágsfirði var strúkur í vindi.

VT 33 - 2019: lisið í GMF 25. november 2019

Lágtrýstdepil fer framvið norðanfyri - VT 34: 2019

Tá ið nógvur vindur og regn er av landsynningi ella suðuri, hendir viðhvørt, at hann knappliga snarar í útsynning, og regnið heldur uppat, tað verður nógv lýggjari. Tey gomlu søgdu, at hann regnaði seg vesturum.

Eftir nøkrum tímum fer aftur at regna ógvusliga bert eitt lítið bil, og tað verður kaldari, og vindurin snarar í útnyrðing og veksur aftur.

Hetta er tekin um, at ein lágtrýstdepil við brúgvaløgum er farin framvið norðan fyri Føroyar.

VT 34 - 2019: lisið í GMF 2. desember 2019

Sólin skínur á Høgoyggj á kvøldið - VT 35: 2019

Nólsoyingar siga, at um sólin skínur á Høgoyggj á kvøldið, so verður lognardagur.

VT 35 - 2019: lisið í GMF 9. desember 2019

Kúvingur krýpur upp á steinarnar - VT 36: 2019

Nólsoyingar siga, at um kúvingurin krýpur upp á steinarnar, so hendir tað uppundir regn.

VT 36 - 2019: lisið í GMF 16. desember 2019

Um stytsta dag - VT 37: 2019

Í gjár, sunnudagin 22. desembur, var stytsti dagur, og ikki, sum summi hildu, leygardagin. Tað er mest vanligt, at stytsti dagur er 21. desembur, men í ár var sólin also í tí sunnasta punktinum í gjáramorgunin klokkan 0419.

Men eitt vita okur so, at nú gongur ímóti vári og ljósari tíðum.

VT 37 - 2019: lisið í GMF 23. desember 2019

Ábrenning - VT 1: 2020

Fisher Heinesen hevur í sini bók, Veðrið, eitt orð sum nevnist ábrenning. Tað merkir at hann brennir á við ódnarveðri, sum kemur knappliga.

VT 1 - 2020: lisið í GMF 6. januar 2020

Fjalladun - VT 2: 2020

Úr bókini Veðrið, hjá Fisher Heinesen

Fjalladun hoyrdist av og á og kundi ljóða rættiliga hart. Teim gomlu dámdu einki fjalladun, tað boðaði frá illveðri av landnyrðingi – ein landnyrðingsstormur, sum skjótt brast á.

VT 2 - 2020: lisið í GMF 13. januar 2020

Skúm á opnum havi - VT 3: 2020

Royndur sjómaður, Zacharias Zachariasen hevur lagt til merkis, at tá nógvur skúmur sæst á havyvirflatuni á opnum havi, so verður gott veður í nakrar dagar.

VT 03 - 2020: lisið í GMF 20. januar 2020

Pálsmessa og sól - VT 4: 2020

Tann 25. januar, sum var fríggjadagin, var Pálsmessa. Um hendan dag søgdu tey gomlu, at um sólin var frammi so leingi, at tú fekst stundir at saðla ein hest, so verður summarið gott. 

Eg legði merki til, at fríggjadagin skein sólin í Havn fleiri ferðir millum middag og klokkan 15, soleiðis at tú kundi havt stundir at saðla fleiri hestar. 

VT 4 - 2020: lisið í GMF 27. januar 2020

Æða undir stein ella tanga - VT 5: 2020

Nólsoyingar siga, at um æðan fer undir Møggustein á kvøldið, er landsynningur vísur. Men um æðan fer undir Kirkjutanga, so kemur hann lágt.

VT 5 - 2020: lisið í GMF 3. februar 2020

Rita – hvussu hon flýgur - VT 6: 2020

Tá rita flýgur fram eftir sjónum tætt uppi yvir aldukambinum og niður í aldudalarnar, látandi eitt kri av og á, kemur illveður skjótt.

Fer ritan harafturímóti at láta høgt í luftini á morgni, veður góðveður.

VT 6 - 2020: lisið í GMF 10. februar 2020

Roykur úr skortsteininum - VT 7: 2020

Tá ið roykur úr skortsteininum fer beint uppeftir, verður gott veður. Um hann harafturímóti spjaðir seg, verður ringt veður. 

VT 7 - 2020: lisið í GMF 17. februar 2020

Áarsjóð, sum harnar - VT 8: 2020

Veðurteknið kemur hesaferð úr Funningsfirði, frá manni sum minnist frá pápa sínum, sum var útróðrarmaður tað mesta av sínum lívi, at hann dugdi ótrúliga væl at meta um veðrið og kendi nógv ymisk veðurtekn.

Her er eitt av teimum.

Um tað hevði regnað um náttina, men dagurin annars byrjaði við góðum veðri, so kundi tað henda at tað út ímóti middegi sýntist sum at áarsjóðið knappliga harðnaði. Tá segði hann, at nú fór hann at koma vestaneftir við nakað av vindi.   

VT 8 - 2020: lisið í GMF 24. februar 2020

Fuglur sum pilkar fjarar - VT 9: 2020

Í bókini hjá Petur Skeel Jacobsen, Veður og Tíðindi í Føroyum 1875 – 2002, stendur at lesa fyri árið 1902.

Veðurfrøðingurin Linney vildi vera við, at pilka fuglar fjarar, vaksa sær ella flúgva til reiðrið, vænta teir regn.

VT 09 - 2020: lisið í GMF 2. mars 2020

Kavi á mortansmessu - VT 10: 2020

Eitt veðurtekn frá einum eldri mann í Skálavík.

Tá dunna skreiðir á mortansmessu, svimur hon á jólum.      

VT 10 - 2020: lisið í GMF 9. mars 2020

Førilús á útróðri - VT 11: 2020

Tá ið menn í gomlum døgum fóru til útróðrar og ikki áttu kumpas, høvdu teir ein ullarlagd við einari førilús á við sær. Førilúsin vendi altíð høvdið ímóti landi, og á hendan hátt vunnu teir altíð land uppaftur.

Hjá teimum, sum ikki vita tað, er førilús lús á seyði.

VT 11 - 2020: lisið í GMF 16. mars 2020

Kløn og spísk skýggj áðrenn illveður - VT 12: 2020

Eldri skálvíkingur sigur frá:

Vit vóru við Norðfarinum úr Vági á veg norðureftir, og veðrið var av tí allarbesta. So sigur skiparin, Jóhan hjá Diasi, at tað verður skjótt illveður.

Hetta grundaði hann á, at kløn, spísk skýggj, eins og revahalar, stungu seg upp úr havbrúnni.

Og rætt hevði hann. Tað gingu ikki nógvir tímar, so var vindur.

VT 12 - 2020: lisið í GMF 23. mars 2020

Sunnan kemur upp í sól - VT 13: 2020

Eldri skálvíkingur sigur frá:

Tá ið sunnan kemur upp í sól, verður vindur seinni.

VT 13 - 2020: lisið 30. mars 2020

Føhn-vindur í Grønlandi - VT 14: 2020

Eitt veðurbrigdi, sum Petur Hans Dahl sjálvur var úti fyri, fyri mongum árum síðan. Tað mundi vera fyrst í 70unum.

Okur róðu út við bátum í Grønlandi á Kappanum við Jógvani á Gørðunum og sigldu inn ímóti einari vík aftan fyri eitt høgt fjall. Heldur kalt var í veðrinum.

So knappliga við eitt so hækkaði hitin minst 10 stig. Menn hugdu bilsnir upp á hvønn annan – mundi eitt eldgos vera nærindis?

Men, so var ikki.

Fleiri ár seinni lærdi eg á sjómansskúlanum, at tað var nakað, sum kallaðist Føhn-vindur, sum á le-síðuni á høgum fjøllum, tá ið hann blæsur oman eftir fjallasíðuni, hitnar heilt nógv. Hetta fyribrigdið kennist væl á suðursíðuni av Alpunum um várið, og sum ger at kavin tá bráðnar ógvuliga skjótt.

VT 14 - 2020: lisið í GMF 6. apríl 2020

Músabróður syngur á morgni - VT 15: 2020

Frá einum eldri skálvíkingi:

Tá ið músabróður syngur um morgunin, verður regn seinni.

VT 15 - 2020: lisið í GMF 20. apríl 2020

Hæsingur - tømingur - VT 16: 2020

Eina turra, kalda og støðuga eysturætt um várið kallaðu tey gomlu hæsingur, ella hesingur sum okur siga har suðuri. Hetta fyribrigdið bleiv eisini kallað tømingur, ella landsynningstømingur.

VT 16 - 2020: lisið í GMF 27. apríl 2020

13 tendringar í einum ári - VT 17: 2020

Ein 75 ára gamal maður ringdi til mín í síðstu viku at siga, at pápi hansara hevði fortalt, at:

Um 13 tendringar hjá mánanum hendi í einum ári, bleiv hetta eitt ringt ár til veður.

13 tendringar í einum ári koma rættiliga sjáldan fyri. Tað vanliga eru 12. Eg fór at kanna hetta og fann, at 1967 var eitt slíkt ár.

So fór eg í bókina hjá Petur Skeel og sló upp á 1967. Í hesum ári vóru 11 ódnir. Árið frammanundan, í 1966, vóru 6, og í 1968 vóru 2.

Ár 2000 var eisini eitt slíkt ár. Hetta árið vóru 11 ódnir. Árið frammanundan, í 99, vóru 8, og í 2001 vóru 7 ódnir.

Um alt hetta er av tilvild, at tað passar, tað kann eg nú ikki siga, men tað vísur, ið hvussu so er, at tey gomlu høvdu oftani greiði í sínum máli.

Hjá teimum, sum ikki vita tað, so er tendring hjá mánanum tað sama sum niða, sum er mitt ímillum avtakandi og tiltakandi mána.

VT 17 - 2020: lisið í GMF 4. mai 2020

Skadduvindur - VT 18: 2020

Einaferð mitt í 70árunum vóru svágur mín og eg á veg út eftir Vágsfirði á nátungaveiði við einum 5mannafari við páhangara. Skadda lá á Gjógvaráfjalli, og niður úr skadduni lá so nógvur vindur út eftir fjørðinum, at tað nærum tók leyst.

Hetta kallar man skadduvind.

Svágurin hugdi upp á meg og segði, at tað verður neyvan veður at taka nátungar í so nógvum vindi. 

- Bíða nú, gev tol, segði eg.

Tá ið okur vóru komnir 2 fjórðingar eysturum, stilti hann av, og okur fingu væl av náta. 

Skadduvindur er kendur nógvastaðni í Føroyum.

VT 18 - 2020: lisið í GMF 11. mai 2020

Føhnvindur í Føroyum - VT 19: 2020

Eg greiddi fyri nøkrum vikum síðani, at eg hevði upplivað Føhnvind í Grønlandi. Ein eiðismaður ringdi til mín stutt eftir og segði, at hann hevði upplivað Føhnvind í Føroyum.

Teir vóru á útróðri sunnan fyri Saksun og róku suðureftir. Knappliga bleiv vindurin, sum lá niður av Saksunarbjørgunum, væl heitari, og hetta helt á eina løtu. Men so bleiv meira vanligt aftur, tá ið  teir komu longur suður.

VT 19 - 2020: lisið í GMF 18. mai 2020

Hvussu veðrið ávirkar fólk 2 - VT 20: 2020

Fólk verða ávirkað av veðrinum, vísa hesa báðar lítlu søgurnar.

Tá ið børnini hjá okkum vóru smá, høvdu okur eitt óføra gott barometur í húsinum. Ein av døtrunum var ógvuliga tung at fáa upp um morgunin, og tá ið hon so endiliga kom upp, var lagið ikki nakað serligt at byrja við. Dagurin var bjargaður, og veðrið bleiv gott. Men so hendi viðhvørt, tá ið hon varð vakt, at hon sprakk upp glað og fór kanska eisini at syngja við einum smíli um alt andlitið. Tá visti okur, at áðrenn dagurin var liðugur, so bleiv illveður. 

Sum ungur sigldi eg við línubáti í fleiri ár, har var ein maður við, sum altíð hevði gron, tá ið hann bleiv útpurraður. Tú tordi ikki at hyggja at honum og als ikki at siga nakað við hann, so fekst tú eitt hvast aftursvar. Men so hendi tað viðhvørt, at hann kom flennandi og spælandi aftur eftir dekkinum, eftir at vera blivin útpurraður. Tá visti okur, hvat klokkan hevði sligið. Áðrenn dagurin var hálvur, var av ringasta illveðri, og okur máttu leggja bakk.

Hetta kallaðu okur fyri at spæla upp undir illveður.

VT 20 - 2020: lisið í GMF 25. mai 2020 (endurtøka av VT 7 - 2017)

Uppvaskifatið hjá konuni - VT 21: 2020

Hetta havi eg hoyrt úr Vestmanna:

Ein eldri kona átti eitt gamalt, reytt vaskifat í uppvaskikøkinum. Tað var nakað slitið av elli í botninum.

Hon metti um veðrið hvønn morgun við at hyggja í botnin á fatinum. Var fatið so reytt, sum tað átti at vera, var veðrið støðugt. Men hvítnaði botnurin í fatinum, so fór veðrið at ilskast út á dagin.

Tað vóru nógv, sum vóru vitni til eygleiðingina hjá hesi konu, hon var eitt slag av barometri í bygdini.

VT 21 - 2020: lisið í GMF 2. juni 2020

Fleiri egg enn vanligt - VT 22: 2020

Ein maður ringdi til mín ónsdagin og segði, at hann hevið hoyrt hetta frá einum eldri manni.

Um heiðafuglurin hevur fleiri egg enn vanligt í reiðrinum, kann ein vænta, at summarið verður gott. Hann hevði í ár sjálvur eygleitt, at í summum tjaldursreiðrum, vóru 4 egg, tað vanliga er trý.

So kanska hava okur gott í væntan fyri summarið.

VT 22 - 2020: lisið í GMF 8. juni 2020

Tá ið tað karrar í Klaksvík - VT 23: 2020

Ein eldri maður í Klaksvík segði hetta:

Um tað karrar inn eftir vánni í Klaksvík á høgætt, so verður ikki veður á Norðhavinum við snellu við opnum báti.

VT 23 - 2020: lisið í GMF 15. juni 2020

Skýggini nerta við Háfjall - VT 24: 2020

Ein klaksvíkingur fortaldi mær frá hoygging í Klaksvík fyrr.

Tá ið hann var lágur í ættini, og tey lægstu skýggini nerti við Háfjall, so bleiv regn út á dagin.

VT 24 - 2020: lisið í GMF 22. juni 2020

Gikt og staming uppundir høgætt - VT 25: 2020

Uppundir høgætt merkist á fólki, sum hava gikt, at hon blívur verri, og tey sum stama, tey stama eisini meira á høgætt.

Kanska er hetta orsøkin til, at felagið hjá fólkum, sum stama, hevur fingið navnið høgættarfelagið.

VT 25 - 2020: lisið í GMF 29. juni 2020

Broytingar í veðurlagnum - VT 26: 2020

Tey, sum eru 60 ár og eldri, minnast, at fyrr høvdu okur vetrar, har kavi og kuldi lógu leingi við góðveðri av høgætt. Ísur lá tjúkkur á vøtnunum, so væl bar til at standa á skoytum uttan kunstigan skoytuvøll.

Sumrini vóru eisini so góð, at tað bar væl til at turka fisk á fiskaplássunum. Í dag hevði nokk ikki ein stertur verið turkaður.

Jú, sanniliga er veðrið broytt. 

VT 26 - 2020: lisið í GMF 6. juli 2020

Grind og regn - VT 27: 2020

Tað hevur víst seg, at aftaná grindadráp, verður næstan altíð regn. Hetta minnist eg væl frá óvita av í Vági, har nógvar grindir eru dripnar gjøgnum árini. Hetta vísti seg eisini aftaná grindina í Hvalba onskvøldið, at tað bleiv nógv regn tórsdagin.

Tað kann hugsast, at grindin søkir upp land undan regni. 

VT 27 - 2020: lisið í GMF 20. juli 2020

Sól á høgætt á Viðareiði - VT 28: 2020

Frá einum viðingi, havi eg fingið hetta:

Tá ið sólin skínur av høgætt, er ælið víst. Tað er gamalt her norðuri. Tað kundi arga í hoyna. Best sum hoyggið var turt, komu grovir skúrar.

Hetta hevur neyvan verið galdandi fyri øll støð í Føroyum, tí annars harmonerar tað ikki við sangin hjá Mikkjali á Ryggi, hvar í hann sigur, at í høgætt í hoyna, hvør maður má royna sín arm og sín rygg.

Annars eru lágættirnar tær góðu terraættirnar norðanfyri við Viðoynna og aðrasteðs norðanfyri.

VT 28 - 2020: lisið í GMF 27. juli 2020

Fuglur í le ella lu - VT 29: 2020

Ein eldri maður í Leirvík fortaldi mær, at hann og aðrir við honum høvdu lagt til merkis, at tá ið skip lá tvørt í sjónum, og nógvur fuglur var, so sum rita og náti, so merkti tað varandi illveður, um fuglurin savnaðist í le av skipinum.

Harafturímóti, samlaðist hann í lu, so bleiv betri veður.

VT 29 - 2020: lisið í GMF 3. august 2020

Torusláttur á norði - VT 30: 2020

Í Føroyum kemur tað næstan ikki fyri at toran gongur, tá ið hann er norðan í ættini.

Tey gomlu søgdu, at hetta var so sjáldan, at um hetta hendi, so merkti tað kongadeyði.

VT 30 - 2020: lisið í GMF 10. august 2020

Nøvn á tropiskum ódnum - VT 31: 2020

Nú er árstíð fyri tropiskum ódnum í Suðuratlantshavi.

Fyrr blivu tær settar í bókstavarøð við konufólkanøvnum soleiðis, at tann fyrsta í sesongini byrjaði við a – t.d. so æt tann fyrsta Alica, tann næsta Beatrice, tann triðja Clara o.s.fr..

Hetta broytti man fyri einum 20 árum síðani, so at nú eita tær aðruhvørja ferða mannfólkanøvn og aðruhvørja ferð konufólkanøvn.

So nú kann tann fyrsta eita Alex, tann næsta Betty, tann triðja Carlo o.s.fr.

Eitt framstig fyri javnstøðuna.

VT 31 - 2020: lisið í GMF 17. august 2020

Grælingar í urtagarðinum - VT 32: 2020

Tað er vanligt, serliga um veturin, at síggja sjógræling, ella greling, sum okur siga har suðuri, í sjóvarmálanum. Úr Kaldbak frættist frá manni, sum hevur hús oman ímóti Mølini, at uppundir høgætt og kulda kemur grælingurin inn í urtagarðin hjá honum.

Annars er fyrsti heystardagur í dag.

VT 32 - 2020: lisið í GMF 24. august 2020

Mánin kemur upp - VT 33: 2020

Hetta veðurteknið er av Syðradali á Kalsoynni.

Um mánin kemur upp norðarliga – t.e. árakað Áarskarð oman fyri Árnafjørð – so koma ein ella tveir góðir dagar til veður.

Hinvegin, um hann hongur suðuri á Borðoyarnesi, so verður illveður.

VT 33 - 2020: lisið í GMF 31. august 2020

Avtakandi máni við rundum hornum - VT 34: 2020

Tá ið mánin hevur spísk horn, tá ið hann er avtakandi, tá verður kalt. Eru hornini avrundað, tá verður lýtt veður.

VT 34 - 2020: lisið í GMF 7. september 2020 (endurtøka av VT 30-2018)

Pátrúgv á báti og bøi - VT 35: 2020

Mong fólk vóru fyrr full av pátrúgv, hvat veðrinum viðvíkir, og eru tað til deils enn. Í hoyna var ikki lukkuligt at leggja eina rívu frá sær við tindunum uppeftir, tí tað merkti regn. Tað sama merkti, um tú blásti í láturpípu.

Umborð á skipi ella báti var ikki loyvt at floyta. Tú kundi rokna við at fáa ein frammaná, tí at floyta ákallaði illveður.

VT 35 - 2020: lisið í GMF 14. september 2020

Heystjavndøgur - VT 36: 2020

Í morgin, týsdagin, tá hava okur heystjavndøgn. Hetta merkir, at dagur og nátt eru eins, 12 tímar. Sólin kemur upp í ein beinan eystan og fer niður í ein beinan vestan. Ofta er stormur um hesa tíð, kallað javndøgurstormar.

VT 36 - 2020: lisið í GMF 21. september 2020

Æðublikar inni á Kollafirði - VT 37: 2020

Ein eldri kona úr Kollafirði ringdi til mín fyri einari viku síðan og segði, at hon hevði sæð nógvar hvítar æðublikar inni á fjørðinum.

Hon visti at siga frá mammu síni, sum var fødd í 1904, at hetta merkti kaldari veður. 

VT 37 - 2020: lisið í GMF 28. september 2020

Brádligt illveður á Halanum - VT 38: 2020

Hetta er meiri eitt veður fyribrigdi enn eitt veðurtekn.

Ein klaksvíkingur ringdi til mín síðsta mánadag. Hann var við gamla Skálaberg í 1971 á Halanum á Vesturlandinum í Íslandi, og teir høvdu júst skotið trolið út í fínasta veðri. Knappliga rópti skiparin, at teir máttu hála beinanvegin.

Uppi í lu í ein landnyrðing sást ein hvít rípa eftir allari havsbrúnni.   

Teir fingu akkurát trolið inn, so stóð alt í einum roki við kava, og teir máttu søkja havn. Tað løgna var, at hetta illveðrið var ikki fráboðað í veðurvánunum frammanundan.

VT 38 - 2020: lisið í GMF 5. oktober 2020

Liður, ella op, í veðurgarðinum - VT 39: 2020

Ein eldri porkeringur fortaldi mær hetta:

Sum heilt ungur minnist hann, at menn stóðu og prátaðu í túninum, tað má helst hava verið í Skemmutúninum, eitt góðveðurskvøld.

Mánalýsi var við stórum veðurgarði um mánan, og tá letur í einum gomlum manni, at hann kemur við illveðri av landsynningi í morgin. Tá ið teir spurdi hann, hvussu hann visti tað, svaraði hann: síggja tykur ikki, at ein liður, ella op, er í veðurgarðinum í ein landsynning? – haðani kemur illveðrið.

VT 39 - 2020: lisið í GMF 12. oktober 2020

Kalvi upp í sjónum - VT 40: 2020

Tað kemur viðhvørt fyri í stillum veðri, at kalvi kemur heilt upp í havyvirflatuna. Soleiðis var eisini ein dagin fyri mongum árum síðani, tá ið tveir smábátar vóru farin við línu eftir hýsu við Dímunar.

Eg veit ikki, um teir høvdu sett línuna, tá ið teir sóu okkurt brótast í sjónum eitt sindur frá bátinum. Komnir nærri sóu teir, at tveir stórir kalvar lógu og slógu stertarnar saman. Annar báturin hevði skutil umborð og skutlaði tann størra kalvan, sum seinni vísti seg at viga yvir 200 pund.

Tá segði elsti maður á bátinum, at nú er best at sigla til lands, tí at kalvi upp í sjónum merkir illveður.

Og so var.

Teimum eydnaðist at koma til lands, áðrenn illveðrið brast á.

VT 40 - 2020: lisið í GMF 19. oktober 2020

Sól á høgætt - VT 41: 2020

Hetta veðurteknið havi eg frá einum eldri manni í Funningsfirði:

Um sólin skínur, og hann er norðan í ættini, so grettir ikki, at tað koma eitt ella fleiri æl ígjøgnum dagin.

VT 41 - 2020: lisið í GMF 2. november 2020

Ófráboðað illveður - VT 42: 2020

At ringasta illveður kann bresta á uttan at vera fráboðað, hvørki í radio ella í veðurkortum, veit eg eitt dømi um.

Vinmaður mín og eg fóru úr Hetlandi til Føroya í juli í 2007 við tíggjumannafari. Kannað vórðu øll veðurkort frammanundan, og tey søgdu gott veður alla leiðina til Føroyar.

Tá ið okur hevði siglt einar 40 fjórðingar, brast hann á av útnyrðingi við 20 til 22 m/s, so okur máttu leggja bakk í eini 6 tímar. Ógvusligir sjógvar brutu rundan um okum, men okur riðu stormin av og komu fram í øllum góðum.

VT 42 - 2020: lisið í GMF 9. november 2020

Sunnan sigur frá - VT 43: 2020

Eitt gamalt veðurtekn úr Vági.

Um sagt varð, at sunnan sigur frá, so merkti hetta regn innan stutta tíð, men sum oftast var skoðbráðið so frætt, at tíð var at fáa fisk og hoyggj saman.

VT 43 - 2020: lisið í GMF 16. november 2020

Tólvjavningar dansa - VT 44: 2020

Ein eldri dalbingur greiddi mær frá, at hann á yngri døgum gjørdi klárt at fara við línu við deksbáti. Hann var landsynningur í ættini, men veðrið var hampuligt.

Ein annar maður, sum eisini ætlaði sær við línu, segði, at ikki var ráðiligt at fara. Hann sigur við dalbingin:

Sært tú ikki inni í hasum skýnum ein rundan meldur? Vit kalla tað tólvjavningar dansa. Tað bleiv av ringasta veðri, og teir fóru tíbetur ongan veg.

VT 44 - 2020: lisið í GMF 23. november 2020

Hønur í regni - VT 45: 2020

Hønan er ein merkiligur skapningur, hvat ið veðrinum viðvíkir. Um eitt æl kemur, so fer hon inn beinanveg, men kemur útaftur, tá tað slítur í. Men um tað er samregn, so verður hon úti allan dagin.

VT 45 - 2020: lisið í GMF 30. november 2020

Grønlig luft í landnyrðing norðan - VT 46: 2020

Hetta veðurteknið er frá Osmundi Justinussen, sum sigur, at:

Um luftin er grønlig í landnyrðing norðan, so merkir tað, at tað verður kuldi.

VT 46 - 2020: lisið í GMF 7. desember 2020

At kóka vatn í grýtu - VT 47: 2020

Tá ið tú setur eina grýtu útá at kóka, so skalt tú fylgja væl við, hvar í grýtuni tað byrjar at kóka fyrst.

Um tað byrjar at kóka í grýtuni í miðjuni, so verður gott veður.

Kókar fyrst upp onkustaðni við síðuna ella tromina á grýtuni, so kemur veðrið frá tí ættini.

VT 47 - 2020: lisið í GMF 14. desember 2020

Bresta svávulpinn - VT 48: 2020

Um tað brestur hart í svávulpinni, tá ið hann verður tendraður, so verður ringt veður. 

VT 48 - 2020: lisið í GMF 28. desember 2020

Tá ið ketta vaskar sær - VT 1: 2021

Tá ið ketta vaska sær við høgra labba, verður gott veður, men vaskar hon sær við vinstra, so verður illveður.

VT 1 - 2021: lisið í GMF 4. januar 2021

Ketta setur ryggin upp - VT 2: 2021

Um kettan setur ryggin upp úr sær, og tað rýkir í henni, tað vil siga, at hon murrar, si verður ringt veður.

VT 2 - 2021: lisið í GMF 11. januar 2021

Flugur flúgva um ljósið - VT 3: 2021

Tá ið ljósið er tendrað, og flugurnar fara at flúgva uttan um tað, so kemur regn.

VT 3 - 2021: lisið í GMF 18. januar 2021

Rókurin svarti - VT 4: 2021

Ein maður úr Funningi ringdi til mín nú ein dagin og segði, at hann ein dagin um veturin í fyrru helvt av 60’inum var inni í gamla handlinum, har tríggir eldri menn, sum vant, stóðu og prátaðu.

Kavi var, men bert eitt følv.

Knappliga brestur hurðin upp, og ein maður kemur inn og sigur, at hann sá eitt ringt tekn fyri løtu síðani.

Rókurin svarti var í ánni, og hetta merkir fellisár.

Rókurin svarti er ein fuglur. 

VT 4 - 2021: lisið í GMF 25. januar 2021

Kyndilsmessuveður - VT 5: 2021

Í morgin, 2. februar, er kyndilsmessa. Á hesum degi er veturin komin í helvt. Eisini verður sagt, at um sólin hendan dag skínur so leingi, at tú fært stundir at saðla tær ein hest, so verður várið gott.

VT 5 - 2021: lisið í GMF 1. februar 2021

Grøn luft í havsbrúnni - VT 6: 2021

Hetta veðurteknið er frá einum eldri manni úr Hvalba.

Tá ið hann liggur høgt, og grøn luft er í havsbrúnni, so verður vindur høgt.

VT 6 - 2021: lisið í GMF 22. februar 2021

Ketta vaskar sær 3 - VT 7: 2021

Tá ið kettan vaskar sær við høgra labba, so verður gott veður. Men vaskar hon sær við vinstra labba, so verður illveður.

VT 7 - 2021: lisið í GMF 1. mars 2021

Óðinshani í flokki - VT 8: 2021

Tá ið óðinshani flýgur í flokki, so verður kavi og kuldi.

VT 8 - 2021: lisið í GMF 8. mars 2021

Hvønn vegin tjøldrini flúgva - VT 9: 2021

Tá ið tjøldrini flúgva ímóti fjallinum, tá verður gott veður. Harafturímóti, tá ið tjøldrini flúgva ímóti fjøruni, verður ringt veður.

VT 9 - 2021: lisið í GMF 15. mars 2021

Várjavndøgur - VT 10: 2021

Vársjavndøgur var í ár – hann fall síðsta leygardag tann 20. Tá er dagur og nátt eins long, og sólin kemur upp í ein beinan eystan og fer niður í ein beinan vestan. Dagurin leingist 5 minuttir um døgnið.

VT 10 - 2021: lisið í GMF 22. mars 2021

Hvussu leingi ringt høgættar varðar - VT 11: 2021

Varðar eitt ringt høgættarveður um várið meiri enn eitt døgn, so varðar tað 8 dagar.

VT 11 - 2021: lisið í GMF 29. mars 2021

Apríl er í tveimum - VT 12: 2021

Frá eldri mikladalsmanni:

Tey gomlu søgdu altíð, at apríl mánaði lá í tveimum. Var fyrri helmingur ringur, so var seinni helmingur góður. Og øvugt.

VT 12 - 2021: lisið í GMF 12. apríl 2021

Stórhvalir á firðunum - VT 13: 2021

Tey gomlu søgdu, at tá stórhvalur kemur inn í firðirnar, boða teir frá illveðri.

VT 13 - 2021: lisið í GMF 19. apríl 2021

Sandurin í Sørvági - VT 14: 2021

Her í Sørvági er stórur sandur. Gamalt er, at uppundir høgætt gerst sandurin myrkur, nærmast svartur. Og hinvegin gerst sandurin ljósur upp undir lágætt.

VT 14 - 2021: lisið í GMF 26. apríl 2021

Dunnur í ánni - VT 15: 2021

Tey høvdu nógvar dunnur fyrr. Um veturin, tá ið kuldi var, fóru tær oman í eina frysta á, har tær blivu allan dagin. Um tað hendi, at tær komu aftur til húsar næstan beinanvegin um morgunin, so kundi við vissu sigast, at áðrenn kvøldið kom var áarføri, og áin leyp.

VT 15 - 2021: lisið í GMF 3. mai 2021

Køstarnir lukta illa - VT 16: 2021

Tey søgdu fyrr, at tá ið køstarnir fóru at lukta illa, so bleiv illveður av lágætt.  

VT 16 - 2021: lisið í GMF 10. mai 2021

Norðlýsið - VT 17: 2021

Tá ið norðlýsið stendur lágt, so skal verða gott veður. Tá ið norðlýsið stendur høgt, verður ringt veður. Tá norðlýsið bleiktrar nógv, verður vindur.

VT 17 - 2021: lisið í GMF 17. mai 2021

Másar láta á kvøldi - VT 18: 2021

Tá ið másarnir fara at láta um kvøldið, verður gott veður dagin eftir. 

VT 18 - 2021: lisið í GMF 25. mai 2021

Morgunroðin - VT 19: 2021

Tá ið roðin um morgunin kemur upp á luftina og dettur skjótt niðuraftur í havið, skal dagurin ikki vera álítandi.

VT 19 - 2021: lisið í GMF 31. mai 2021

Ælabogin stendur í norðan - VT 20: 2021

Ein eldri klaksvíkingur fór til útróðrar sjálvur annar við línu fyri nokkso nógvum árum síðani. Júst lidnir at seta sigur hann við hin, at okur noyðast at draga línuna innaftur sum skjótast.

Hví tað? – spyr hin, okur hava jú akkurát sett línuna.

Jú, sigur formaðurin. Sært tú ikki ælabogan standa í norðan? – tað merkir illveður. Teir vóru beint komnir at landi aftur, tá var kolandi stormur av norði.

VT 20 - 2021: lisið í GMF 7. juni 2021

Landnyrðingur verður løntur aftur við útsynningi - VT 21: 2021

Á Syðradali á Kalsoynni søgdu tey gomlu, at landnyrðingur verður løntur aftur við útsynningi.

Í vár var landnyrðingurin sera drúgvur.

Spennandi verður, um vit fáa eitt líka drúgt útsynningsskeið einaferð í summar.

VT 21 - 2021: lisið í GMF 14. juni 2021

Æl ella samregn? - VT 22: 2021

Um nógvar ritur settu seg á hamaran sunnan fyri vatnið, so vistu okur, at tað bleiv ælaveður um stutta tíð, og best var at raka hoyggið saman sum skjótast.

Ein annað tekn uppá at nú kom eitt æl heilt skjótt, var at stararnir samlaðu seg í stórum flokkum og settu seg á el-leidningarnar.  

VT 22 - 2021: lisið í GMF 21. juni 2021

Flóð og fjøra sum barometur - VT 23: 2021

Flóð og fjøra var brúkt sum barometur hjá teimum gomlu. Var stór flóð, stór barometrið lágt, og hetta var merki fyri vátveðri og vindi.

Men, var stór fjøra, stór barometrið høgt, og hetta var merki fyri góðveðri.    

VT 23 - 2021: lisið í GMF 28. juni 2021

Hvussu drúgvur er útnyrðingur? - VT 24: 2021

Fekk hetta veðurteknið frá einum eldri manni í Elduvík í gjár.

Útnyrðingur liggur sjáldan meira enn eitt sjóvarfall.

VT 24 - 2021: lisið í GMF 5. juli 2021

Stormblettar á rútum - VT 25: 2021

Eitt gamalt veður tekn, sum stavar frá Napoleon Nolsøe, sála, í Vági.

Hann hevði lagt til merkis, at stormblettar komu á rútar í vindeygum við einkultum glasi uppundir illveður.

Hetta kann bert koma fyri á rútar við einkultum glasi, og sást sum dampblettur á rútinum. Tað sást tí ikki í dag á termorútum.

VT 25 - 2021: lisið í GMF 12. juli 2021

Steyrrættur máni - VT 26: 2021

Frá eldri manni í Leirvík fekk eg hetta í gjár.

Hann sá mánan standa steyrrættan upp og niður á luftini fríggjadagin, sum merkir góðveður. Viðhvørt liggur hann nokkso nógv á liðini; tá merkir tað illveður.

VT 26 - 2021: lisið í GMF 19. juli 2021

Mjørki á Toftavatni - VT 27: 2021

Hetta veðurteknið havi eg frá einum manni úr Saltangará.

Kemur mjørki um Lambareiði og heim úr Rituvík inn yvir Toftavatn um kvøldið, so er sól dagin eftir.

VT 27 - 2021: lisið í GMF 2. august 2021

Veðurhøvd – brenning - VT 28: 2021

Eitt gamalt veðurtekn úr Porkeri.

Ein porkeningur hevur greitt mær frá hesum, sum stavar frá útróðrarmanni., ið var føddur seinnapartin í 1800 talinum.

Neyðugt var at fylgja væl við veðurteknum, sum hann málbar seg, langt áðrenn føroyingar fóru at lurta eftir veðrinum frá Kalundborg og Vikra.

Eitt av hesum veðurteknum, sum bitið var merki í, var veðurhøvd, eisini nevnt brenning. Serliga um heystið og várið kundi tað koma fyri, at undan sólarrisi sást í havsbrúnni, har sólin ætlandi kom undan, eitt veðurhøvd við ælabogalitum, og tá sólin kom undan, hvarv tað. Hetta merkti ringt veður tann dagin.

Tað kom eisini fyri, at eitt veðurhøvd kundi vera undir sólini eftir sólarris, og hetta hvarv eisini, tá ið sólin hækkaði nakað. Hetta veðurteknið merkti gott veður tann dagin.

Tað kundi eisini henda, at tvey veðurhøvd vóru samstundis um sólina, tá ið hon kom undan havsbrúnni – eitt omanfyri og eitt niðanfyri. Men tey hvurvu bæði, tá ið sólin kom nakað upp á luftina. Hetta merkti liggjandi góðveður.

Og nú havi eg nevnt hetta her veðurhøvd. Forkláringin uppá hvussu eitt slíkt sær út – veðurhøvd hevur skap sum partur av ælaboga við skiftandi ælabogalitum og hevði tí ikki altíð somu útsjónd.

VT 28 - 2021: lisið í GMF 9. august 2021

Æðublikarnir í Skopun - VT 29: 2021

Ein av yvirmonnunum á Teistanum, sum siglir um Skopunarfjørð, hevur lagt til merkis, at hvørja ferð æðublikarnir trekkja seg frá pollinum í Skopun og inn um portrið í Skopunar havn, so er hetta eitt illveðurstekn.

VT 29 - 2021: lisið í GMF 16. august 2021

Vatnskøltur - vátiskalli - VT 30: 2021

Ein músabróður sat á einum garði hjá einari konu í Funningi. Hann fleyg upp í luftina og fangaði summarfuglar, meðan hann lat so vakurt.

Hatta merkir regn, segði konan. Hon hevði ikki meir enn sagt tað, so kom eitt grovt æl.

Í hesum førum, tá ið hann boðar frá regni, verður hann kallaður vatnskøltur – ella vátiskalli.

VT 30 - 2021: lisið í GMF 23. august 2021

Kraftigar meldurhvirlur - VT 31: 2021

Í dag snýr tað seg meira um veðurfyribrigdi enn um veðurtekn.

Í USA har hoyra okur ofta um tornadoir, sum eru so kraftarmiklar, at tær súgva alt við sær upp í luftina – bilar, hús og annað leyst.

Fyri kortum hoyrdu okur um tríggjar skýpumpur ymsastaðni í Danmark, sum oyðiløgdu hús og bilar. Hetta sæst eisini í Føroyum, men í nógv minni mun. Okur kalla tað fyri kraftigar hvirlur.

Ein maður, sum eg kenni, stóð fyri nøkrum árum síðani og hoyggjaði á Frælsinum í Havn. Ein sterk hvirla kom, og tað mesta av hoynum hvarv til himmals. Hann stóð har eftir sum kánus. 

VT 31 - 2021: lisið í GMF 6. september 2021

Sólin skínur á Hósmøl - VT 32: 2021

Tey gomlu í Havnini søgdu, at tá ið sólin skein á Hósmøl í Nólsoy, so var terri at hoyggja í Havn.   

VT 32 - 2021: lisið í GMF 13. september 2021

Javndøgurstormar - VT 33: 2021

Hugleiðingar um heystjavndøgur – hetta hendur ónsdagin, tann 22. september.

Nú eru dagur og nátt eins til longdar, men sum tíðin gongur fram ímóti jólum, styttast dagarnar, meðan næturnar leingjast.

Tey gomlu kallaðu nakað javndøgurstormar. Tað sær út til at okur fáa tann fyrsta longu týsdagin. Annars eru hesir stormar av og á um heystið av tí at restirnar av tropiskum ódnum frá Caribia viðhvørt enda á okkara leiðum júst hesa árstíð.

VT 33 - 2021: lisið í GMF 20. september 2021

Springarar svimjandi frammanfyri - VT 34: 2021

Veðurtekn frá Jógvani Sofus Ferjá, sála, frá Gjógv.

Um springarar koma svimjandi fyri bógvin og frammanfyri, tá ið siglt varð, so merkti tað gjarna landsynningur.

VT 34 - 2021: lisið í GMF 27. september 2021

Sólin stavar - VT 35: 2021

Tá ið sólin stavar, merkir tað regn. Er hon glansut at síggja, merkir tað bæði vind og regn.

VT 35 - 2021: lisið í GMF 4. oktober 2021

Tømingur - VT 36: 2021

Tey gomlu kallaðu nakað fyri tøming. Tað var oysregn av eystri ella landsynningi í tveir til tríggjar dagar. Eftir tað kundi roknast við góðveðri í fleiri dagar fram.

VT 36 - 2021: lisið í GMF 11. oktober 2021 (endurtøka av VT 15 - 2019)

Rekaviður á Lambavík - VT 37: 2021

Ein eldri maður úr Lamba ringdi til mín nú ein dagin og segði, at fyri nakað langari tíð síðani var fiskiloysi – og ein eldri skildmaður segði við hann, at nú kom fiskur heilt skjótt aftur, tí hann hevði sæð nógv rekatrø reka inn á Lambavík.

Og so varð! Ikki langa tíð eftir kom fiskurin, og tann góði fiskiskapurin helt sær í fleiri ár.

VT 37 - 2021: lisið í GMF 15. november 2021

At lenda í brimi - VT 38: 2021

Hvussu teir gomlu bóru seg at, tá ið teir skuldu lenda í ringum veðri.

Tá ið teir gomlu vóru afturkomnir av útróðri við seks- ella áttamannaførum og skuldu lenda í heimabygdini, og eingin annar møguleiki var enn tað opna hav uttanfyri, var oftani vandi á ferð – serliga har ið brimpláss var.

Men, tað eydnaðist tó viðhvørt, tí teir vóru kunnugir við brimið og atburð tess. Teir vistu, at oftani komu trý brot, og so var ein skái beint eftir.

Teir løgdu seg so nær brotinum sum gjørligt, og í somu løtu triðja brotið breyt, løgdu allir árarnar út og róðu alt tað teir vóru mentir, og viðhvørt eydnaðist tað teimum at rógva heilt upp á land, leypa úr bátinum og draga hann upp á turt.

VT 38 - 2021: lisið í GMF 29. november 2021

Lognbrá - VT 39: 2021

Tá ið lognbrá er at síggja, kemur hann lágt.

Lognbrá er, tá ið havið og landið spegla seg upp í luftina.

VT 39 - 2021: lisið í GMF 6. desember 2021

Gágga og illveður - VT 40: 2021

Tá ið gágga skríður út frá landi, verður illveður 3 dagar seinni. 

VT 40 - 2021: lisið í GMF 27. desember 2021