Forsøgn galdandi til mikukvøldið, skrivað kl 15:30.
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sól ella sólglottar og ælaveður. Í kvøld lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt og fyrrapartin mikudagin lítið lot um vestan, minni enn 5 m/s, seinnapartin mikudagin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið 4 til 9 stig, í nátt niður í 1 stig.
Fleiri smærri veik lágtrýst mala tætt við Føroyar. Mikudagin tekur eitt hátrýst seg upp yvir Føroyum og hevur við sær ælaslit. Restina av tíðarskeiðinum væntast áhaldandi lágtrýstøkir tætt við Føroyar. Hetta hevur næstu dagarnar við sær eitt skiftandi rák, stundum við regni og ælaveðri, men eisini løtur við sólglottum.
Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sól ella sólglottar og ælaveður. Í kvøld lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, í nátt vestan. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið 4 til 9 stig, í nátt niður í 1 stig.
Mikudagin
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, sum frá líður av ymsum ættum. Sól ella sólglottar yvirhøvur turt. Út á kvøldið veksur hann vindin upp í frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og framvegis yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig, um náttina niður í 2 stig í støðum.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk norðan ella av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Samdrigið og viðhvørt regn ella ælaveður. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin 3 til 6 stig.
Fríggjadagin
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum út á kvøldið hækkar upp í norðan, og um náttina eysturum til landnyrðing. Samdrigið og viðhvørt regn ella okkurt ælið, í støðum vátakavi. Hitin 3 til 6 stig.
Leygardagin
Frískt lot upp í strúk av landnyrðingi, 5 til 13 m/s, sum spakuliga lækkar niður í eystan. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin 3 til 7 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.
Forsagnir galdandi til mikukvøldið, skrivaðar kl 14:30 UTC.
Lágtrýstøki, 995 hPa, liggur yvir Føroyum við onkrum æli. Sum frá líður uppstendur eitt lokalt hátrýst, 1005 hPa, í økinum við Føroyar, í støðum kunnu væntast mjørkaflókar.
Ytribanki
Útsynningur, 3 til 8 m/s, mikudagin av ymsum ættum, undir 6 m/s. Gott sýni.
Munkagrunnur
Útsynningur 3 til 8 m/s, í nátt útnyrðingur. Fyrrapartin mikudagin norðan, 5 til 10 m/s, seinnapartin mikudagin 8 til 13 m/s. Gott sýni.
Fugloyarbanki
Av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, gott sýni. Í nátt og mikudagin norðan 5 til 10 m/s. Vánaligt sýni í norðara partinum, annars gott sýni.
Íslandsryggur
Av ymsum ættum, undir 10 m/s, mikudagin undir 8 m/s. Gott sýni.